Nýtt ættarlið tekur yvir – stórar broytingar í Varða-samtakinum
18. september 2026
Eitt av størstu vinnusamtøkunum í Føroyum stendur mitt í einum stórum leiðsluskifti. Nýggj nevnd og nýggjar leiðslukreftir hava tikið við, og ein nýggjur kapittul er byrjaður í Varða-samtakinum.
Fyri Tvøroyri hevur Varðin Pelagic alstóran týdning sum arbeiðspláss, vinnuligt lokomotiv og drívmegi í menningini av býnum.
Tvøroyrar kommunu ynskir nýggju nevndini og leiðslunum blíðan byrð við tí stóra áliti, sum teimum er givið, og við teimum týdningarmiklu uppgávum og ætlanum, sum liggja fyri framman at menna fyritøkuna og lokalsamfelagið enn meira.
Tvøroyrar kommuna sær fram til eitt framhaldandi tætt, gott og álitisfult samstarv við bæði P/F Varðan og P/F Varðan Pelagic – við Tvøroyri sum einum týðandi parti av framtíðar menningini.