11. juni 2026
```html
Tvøroyrar kommuna søkir eftir tannlækna at avloysa virkandi tannlækna, sum fer í farloyvið í eitt ár.
Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár, við starvsbyrjan 1. september 2026 og starvsendi 31. august 2027.
Barnatannrøktin kannar og viðger børn og ung í aldrinum 0–18 ár í Tvøroyrar, Fámjins og Hvalbiar kommunu. Tannrøktin leggur stóran dent á góðsku, trivnað og fyribyrgjandi arbeiði, soleiðis at børn og ung fáa bestu fortreytir fyri eina góða tannheilsu.
Barnatannrøktin á Tvøroyri heldur til í hugnaligum og væl útgjørdum hølum í miðbýnum á Tvøravegi 46. Har eru tvær klinikkir, rúmligt frálærurúm, skrivstova og móttøka.
```