18. juli 2026
Kunning um royk úr grótbrotinum undir Akurgerði
Fólk hava óivað lagt til merkis, at roykur hevur verið at sæð úr grótbrotinum undir Akurgerði í Froðba í gjár og aftur í morgun, har endurnýtsluplássið millum annað er.
Orsøkin til roykin er, at ilur er komin í eina gamla rúgvu av greinum, hoyggi og øðrum grønum, lívrunnum tilfari, sum er tyrvt í grótbrotinum. Tá ilur kemur í slíkt tilfar, kann tað hitna og gløða inni í rúgvuni, og um illa vil til, kann opin eldur taka seg upp. Hetta stavar frá náttúrligari niðurbróting av tilfarinum..