Reingerðarfólk til dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar Kommunu

Starvslýsingar

Lagt út tann 7. september 2026

Starv Reingerðarfólk til dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar Kommunu

Starvsheiti Reingerðarfólk til dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar Kommunu

Virki

Deild Tvøroyrar Kommuna - Mýrifípan

Umsóknarfreist 7. september 2026

Byrjunardagur 1. oktober 2026
7. september 2026

Reingerðarfólk til dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar Kommunu.

Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til dagstovnaøkið í Tvøroyrar kommunu.  


Starvið er í barnagarðinum, 15 tímar um vikuna, at seta frá 1. oktobur 2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag, eftir kl. 17.00. Tilsamans eru tað 6 reingerðarfólk á dagstovnaøkinum.

Dagstovnaøkið fevnir um 4 vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og tveir frítíðarskúlar.

Vit vænta av tær at tú er:
•    álítandi og røkin.
•    hevur viðkomandi starvsroyndir.
•    likamliga væl fyri.
•    kann arbeiða sjálvstøðugt.

Lønin er smb. sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya arbeiðarafelag.                           

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737.

Umsóknin skal vera okkum í hendi, seinast 18. septembur 2026 kl. 12.00.


Søk starvið her