NÁMSFRØÐINGUR TIL DAGSTOVNAØKIÐ Í TVØROYRAR KOMMUNU
Søkt verður eftir námsfrøðingi til eina av okkara vøggustovum at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Vil tú vera við til at menna og menta børn á Tvøroyri, ert tú vælkomin við í eitt vælvirkandi toymi, ið er nýhugsandi og kreativt. Starvsfólkabólkurin er samansettur av námsfrøðingum, námsfrøðihjálparum og hjálparfólkum, ið arbeiða væl saman. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í áhuga, undran og forvitni barnsins.
Stovnslýsing
Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnir um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúlar.
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har pláss er fyri ymisleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Uppgávuna lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagi og mannagongdum, ið eru partur av stovninum.
Vit vænta, at tú:
Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen, varaleiðara, á tlf. 781162.
Umsókn
Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2026 kl. 12.00.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann námsfrøðihjálpari ella hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.